- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera játtanarkarmar í næstu viku
Viðgera játtanarkarmar í næstu viku
Løgtingið fer hósdagin í næstu viku at viðgera uppskotið um játtanarkarmarnar fyri næsta ár. Uppskotið leggur upp til at avlopið verður 56 mió. kr.
02.04.2015 - 17:04
Sambært uppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram í Fíggjarmálaráðnum leygardagin, verður avlopið á fíggjarlógini næsta ár 56 milliónir krónur.
Roknað verður eisini við nýggjum inntøkutiltøkum fyri 95 milliónir krónur. Hesar inntøkur skulu koma frá fiskivinnuni og alivinnuni, sum skulu gjalda meira til landskassan.
Men treytin er, at avgjaldslóggávan verður partur av fiskivinnunýskipanini, sum arbeitt verður við, sigur landsstýrið.
Raksturin av føroyska samfelagnum næsta ár skal kosta fýra milliardir og 369,4 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri 273 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV