- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirtøka í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum
Løgtingsgrannskoðararnir hava fulla undirtøku í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fyri uppskotinum til samtyktar um, at landsstýrið greiðir tinginum frá, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at áhugamálini hjá landinum í eitt nú partafeløgum eru røkt á forsvarligan hátt.
Fíggjarnevndin mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, vera forsvarliga røkt.
Frágreiðing frá august í fjør fyri løgtingið
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið. Tað almenna eigur seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum.
- Men vit hava ongan almennan eigarapolitikk í Føroyum. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør.
Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt.
Kunngerð setast í gildi skjótast til ber
Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær.
Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið.