- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki spart í ár
Millum tølini, sum hanga í leysari luft í fíggjarkarminum hjá landsstýrinum fyri 2016, eru tíggju milliónir krónur, sum skulu sparast, tí landsfyrisitingin skal savnast.
Fyri einum ári síðani fingu landsstýrið og politisku flokkarnir eitt álit, eitt kjakupplegg um bygnaðin í landsfyrisitingini.
Tá álitið kom, var ætlanin, at landið skuldi spara fimm milliónir krónur í ár og síðani tíggju milliónir um árið.
Einki spart í ár
Í ár verður einki spart, tí arbeiðið at fyrireika broytingina í miðfyrisitingini er ikki liðugt. Kjakuppleggið varð sent til hoyringar í fjør vár.
Tá hoyringin var liðug, gjørdi bólkurin, sum gjørdi uppskotið, ein samandrátt til stýringarbólkin, Marjuna Hanusardóttur, løgmansstjóra, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum.
Marjun Hanusardóttir sigur í dag, at tilmælið um at tillaga bygnaðin er ikki liðugt. Tí ber ikki til at siga í løtuni, á hvønn hátt til ber at spara 10 mió. kr. næsta ár, sigur løgmansstjórin.