- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingar í pensjónslógunum ikki viðgjørdar í dag
Politiski bólkurin, sum viðger broytingarnar í pensjónslógunum, skuldi hava fund í dag. Men fundurin verður av ongum, tí landsstýriskvinnan í almannamálum, sum hevur verið uttanlands, er veðurføst.
Pensjónsnýskipanin verður tó ikki millum málini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið um eina viku. Men Annika Olsen, landsstýriskvinna, vónar kortini, at til ber at leggja pensjónsuppskotini fram í vár við undirskriftunum hjá 17 tingfólkum.
Pensjónsbólkurin, har bæði samgongan og andstøðan eru við, hevur javnan fund, men enn er ikki komið á mál, verri enn so. Og ivasamt er, um tað verður í hesum valskeiðinum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ásannar eisini, at um ikki ber til at fáa pensjónsmálið í løgtingið, áðrenn tingið fer til hús í vár, eru útlitini fyri, at málið kemur í hesum valskeiðinum, ikki so góð.
Eingin í politiska bólkinum, sum Útvarpið hevur tosað við, vil siga hvørjar ósemjur eru, ella, um semja er um nakað sum helst. Valár er, og sum ein tingmaður í bólkinum sigur, so er lætt at semjast um lógarbroytingar, sum fólki fer at dáma, men verri er við teimum ópopuleru avgerðunum.