- Tíðindi, mentan og ítróttur
Portalur: Jørgen Niclasen snýtti við tolli
"Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 krónur".
Undir hesari yvirskriftini skrivar portal.fo grein um, at eitt felag, sum Jørgen Niclasen, ið nú er landsstýrismaður í toll- og skattamálum, var stjóri í, fyrst í 90´unum snýtti landskassan fyri meira enn eina hálva millión krónur í tolli.
Tað vísa skjøl, sum Portal.fo hevur fingið innlit í, og sum útvarpið eisini hevur fingið.
Rindaði ikki toll
Skjølini vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági, har Jørgen Niclasen var stjóri, flutti inn - og seldi - vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av.
Samlaða upphæddin var uppá 592.000 krónur, vísa skjølini. Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum.
Restin, góðar 99.000 krónur, stavar frá vørum, sum vórðu fluttar inn við øðrum skipafeløgum, Star, Føroyafrakt og øðrum “húsagangsfeløgum”, sum pf. N. Niclasen sjálvt orðar tað í skrivi til Tollstovuna.
Hetta skrivið varð sent frá pf. N. Niclasen, tá roynt varð at finna eina loysn eftir, at myndugleikarnir høvdu varnast tað, sum fór fram. Tað eydnaðist tó ikki at finna eina loysn, og pf. N. Niclasen fór á húsagang, og raksturin fluttur yvir í eitt annað felag.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum
Umsókn frá N. Niclasen um afturgjald og eftirgeving av skuld
Viðgerð av innlitsumbøn í tollmálið hjá N. Niclasen