- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið: Allar upplýsingar latnar
- Allar upplýsingar, sum Fíggjarnevndin hevur biðið um, eru latnar nevndini, ger Vinnumálaráðið greitt.
Fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, vil vera við í skrivi til fíggjarnevndina, at Vinnumálaráðið hevur givið honum munnkurv. Hetta vil Vinnumálaráðið heldur ikki kennast við.
Nógvir teldupostar
Ráðið hevur leitað í skjølum, og tað tættasta, sum kann møguliga kann misskiljast sum ein munnkurv, er tað, ið kemur fram í teldupostsamskifti millum báðar partar 11. desember í fjør.
Tá skrivar fíggjarleiðarin á Strandferðsluni til Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúa, at hann ætlar at senda eina fráboðan til síni starvsfólk. Í fráboðanini stendur, at av tí at Fíggjarnevndin ikki hevur tikið atlit at hækka ferðaseðlaprísin, so má Standferðslan finna sparingar aðrastaðni fyri 4,8 milliónir krónur.
Tað merkir at skerja túratalið hjá bæði Smyrli og Teistanum, og at Teistin skuldi sigla við tveimum manningum í staðin fyri trimum.
Sama dag svarar fíggjarfullttrúin í Vinnumálaráðnum, at hon heldur, at útlmeldingin tykist "eitt sindur ógvislig". Hon heldur millum annað ikki, at leiðslan hevur lagt upp fyri, at játtanin til olju er munandi økt.
Sparingin ikki sett í verk
Síðani heldur brævasamskiftið millum báðar partar fram, har tey ákæra hvør annan fyri ikki at lesa tølini rætt. Hetta var 11. desember í fjør. Sparingin, sum leiðslan á Strandferðsluni ætlar senda út til síni starvsfólk, varð ongantíð sett í verk.
Úrslitið er, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki heldur. Og fíggjarleiðarin á Strandferðsluni hevur sent limunum í fíggjarnevndini bræv, har hann ákærir landsstýrismannin í vinnumálum fyri at hava dult upplýsingar fyri tinginum.
Men hesum vísir Vinnumálaráðið staðiliga aftur í skrivinum í nátt.
- Strandferðslan hevur fingið boð um at møta í Fíggarnevndini, tá landsstýrismaðurin er biðin um at møta til fundar at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2013 og 2014. - Tó bar ikki til hjá Strandferðsluni at møta til fundin, tá Fìggjarlógaruppskotið fyri 2014 var viðgjørt, av tí at Smyril avlýsti túrin vegna veður, skrivar Vinnumálaráðið.