- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið samtykt fíggjarlógina
Løgtingið samtykt fíggjarlógina
Hallið næsta ár verður góðar 30 mió. kr. minni, enn landsstýrið skeyt upp
17.12.2013 - 09:33
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið fíggjarlógina fyri 2014.
Allar broytingarnar, sum Fíggjarnevndin var samd um, vórðu samtyktar. Sambært teimum verður hallið í fíggjarlógini næsta ár 219 mió. kr., góðar 30 milliónir minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum.
Andstøðan hevði eisini nógv broytingaruppskot, men tey vórðu feld.
Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat.
Atkvøðugreiðslan í gjárkvøldið merkir millum annað, at nú eru 15 milliónir tøkar til P/f Skálafjarðar- og Sandoyartunnil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV