- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan vil hava 50.000 tons seld á uppboði
Andstøðan vil hava 50.000 tons seld á uppboði
Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið frá landsstýrismanninum um treytirnar fyri at fiska makrel og sild næsta ár
17.12.2013 - 11:16
50.000 tons av uppsjóvarfiski eiga at verða seld á almennum uppboði.
Tað heldur andstøðan í løgtinginum.
Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um treytirnar fyri fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli næsta ár.
Andstøðan vil hava, at 35.000 tons av makreli og 15.000 tons av sild verða seld á almennum útboði.
Landsstýrið hevur tó onga ætlan um at selja uppsjóvarfisk á uppboði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV