Aðalorðaskifti í morgin um Arktis

Aðalorðaskifti í morgin um Arktis
Føroyar eru partur av heildarætlanini fyri kongsríkið um Arktis
 
25.11.2013 - 08:58

Í morgin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um álitið "Føroyar eitt land í arktis", sum Løgmannsskrivstovan og Uttanríkistænastan hava latið úr hondum.

Í álitinum stendur, at tað er ætlað sum grundarlag undir einari breiðari politiskari viðgerð av støðu Føroya í Arktis, og hvussu Føroyar á bestan hátt fyrireika seg til nýggju kringumstøðurnar.

Friðarligt og trygt

Føroyar eru partur av heildarætlanini Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis 2011-2020, ið fevnir um Danmark, Grønland og Føroyar. Hendan ætlanin miðar móti at styrkja leiklutin hjá Kongsríkinum sum virknum leikara í Arktis. Málið við ætlanani er eitt friðarligt og trygt Arktis við sjálvberandi búskaparligari menning, ið virðir viðbreknu náttúruna í Arktis, stendur í álitinum.

Í álitinum verða fleiri tilmæli førd fram. Millum annað verður mælt til, at føroyskir myndugleikar seta í verk eftirlits- og fráboðanarskipanir av skipaferðsluni í sjóøkinum kring Føroyar.

Kappingaravlaging

Eisini verður mælt til, at fyri at tryggja, at føroyskar fyritøkur ikki eru fyri kappingaravlaging mótvegis fyritøkum í grannalondunum, eiga tillagingar at verða gjørdar í skattalóggávuni. Mælt verður eisini til at áseta eitt serbúskaparøki fyri Føroyar, tí tað gevur øktar eftirlitsheimildir mótvegis skipum undir fremmandum flaggi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981