- Tíðindi, mentan og ítróttur
Salt av bakkastokki í morgin
Salt av bakkastokki í morgin
Í morgin verður byggisáttmálin um nýggja mentanarmiðdepilin í Suðuroy, Salt, undirskrivaður
12.11.2013 - 16:43
TG Verk og við eini røð av av øðrum fyritøkum og Saltsilogrunnurin, sum skriva undir sáttmálan í Trongisvági í morgin.
Arbeiði við Saltsiloini verður fíggjað av Mærk-grunninum, ríkiskassanum og landskassanum.
Mett verður, at sjálvt byggingin ber í sær, at 12 mió. kr. verða útgoldnar í lønum til meira enn 30 ársverk.
Tað skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum eisini er goodwill-ambasadørur fyri Projekt Salt og sjálvur situr í bygginevndini fyri verkætlanina.
Eftir ætlan verður Salt liðug um 14 mánaðir - tað vil siga í januar 2015.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV