- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvískattaavtalur undir luppin
Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir fara nú at gera ein greining, sum lýsir trupulleikan við tvískattavtaluni, tí landið, har borgarin býr, ikki fær skattin.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, reisti spurningin á fundi við sínar norðurlendsku starvsfelagar í Oslo í gjár.
Hann segði, at tvískattasáttmálin er í andsøgn við norðurlendsku vælferðarskipanina.
Norðurlond veita borgarum sínum nógvar skattafíggjaðar tænastur, men hinvegin sigur avtalan, at skatturin skala fall, har persónurin arbeiðir, og ikki har hann býr.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti á seravtaluna, sum Svøríki og Danmark hava gjørt um Oyrarsund.
Nógvir borgarar, sum búgva í Malmø, arbeiða í Keypmannahavn, og teir rinda skatt í Danmark.
Men ein partur av skattinum verður endurgoldin Malmø.
Til tess betur at kunna taka støðu til broytingarnar, avgjørdu norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir at gera eina greining, sum skal lýsa trupulleikan.
Íslendingar hava nú formansskapin fyri norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar.
Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri, er formaður, og hann kemur til Føroya um vikuskiftið.
Jørgen Niclasen og Bjarni Benediktsson hava avtalað at viðgera norðurlendsku tvískattaavtaluna nærri, meðan hann er í Føroyum.