- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdargrunnurin rindar Dimmufólkum løn
Starvsfólkini á Dimmalætting fáa nú lønina, tey høvdu til góðar, frá Trygdargrunninum.
Tá Dimmalætting varð send í skiftisrættin 20. september í ár, høvdu starvsfólkini ikki fingið løn, frítíðarløn og eftirløn í meira enn ein mánað, og nøkur starvsfólk høvdu ikki fingið eftirløn seinasta árið.
Trygdargrunnurin rindar starvsfólkunum løn, frítíðarløn og eftirløn fyri hálvan annan mánað.
Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir, skal tryggja løntakarar, tá arbeiðsgevari ikki er førur at rinda lønina.
Og hóast starvsfólkini á Dimmalætting fingu alla lønina, sum tey høvdu til góðar, so er Trygdargrunnurin ikki ein trygd fyri, at tú fært alla lønina sum tú eigur til góðar, um títt arbeiðspláss fer á heysin.
Trygdargrunnurin rindar í mesta lagi 60.000 krónur í mistari inntøku, og rindar samstundis einans eftirløn av hesari upphæddini.
Tað vil siga, at um tú hevur meir enn 60.000 krónur til góðar, so missir tú teir pengarnar.
Ta rakar eisini starvsfólkini á Dimmalætting.
Nøkur av starvsfólkunum hava ikki fingið eftirløn seinasta árið; men tey fáa einans eftirløn av teimum 60.000 krónunum.