- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin tosar við skiparar og maskinmenn
Semingsstovnurin tosar framvegis við Fíggjarmálaráðið og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarfelagið, eftir at samráðingarnar millum partarnar slitnaðu.
Enn er talan tó ikki beinleiðis um nakra semingsroynd, men semingsstovnurin fundast við partarnar.
Arbeitt verður við ymiskum loysnum, men Terje Sigurðson, semingsmaður, sigur, at enn er onki semingsuppskot í ljósmála.
Tað var fríggjadagin, at semingsstovnurin varð boðsendur at koma uppí samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Skipara- og Navigatørfelagið, og týsdagin slitnaðu samráðingarnar millum Maskimeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Partarnir eru ósamdir um nýggju reglurnar um hvílitíð, sum eru komnar í gildi.
Sáttmálarnir millum partarnar gingu út fyrsta oktober í ár.