Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Fødd: 01.06.1999
Hædd: 1,79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Har spælir hon saman við Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen.
Bakkur
Fødd: 21.06.2003
Hædd: 1,73
Felag: H71 
Landsdystir og mál: 18 (21)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík. 21 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum. Tó so, hon hevur eisini gjørt vart við seg í føroyska álopinum viðhvørt.
Høgri vongur
Fødd: 05.03.2003
Hædd: 1,73
Felag: H71 
Landsdystir og mál: 7 (6)
Vongurin er uppvaksin í H71, har hon hevur spælt fyri tað allarmesta. Fór eitt stutt legg til Ajax København, men var skjót aftur í barndómsfelagnum.
Bakkur
Fødd: 29.03.2001
Hædd: 1,77
Felag: HØJ (DEN)
Landsdystir og mál: 14 (17)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skotið útfrá sum sítt fremsta álopsvápn. Var sera eyðsýnd við H71 í føroysku kappingini fyri nøkrum árum síðan, men skifti til Vendsyssel í Danmark. Kom seinni aftur til barndómsfelagið, men er nú aftur í Danmark, har hon umboðar oddaliðið, Høj, sum hevur fult stigatal.
Strika
Fødd: 28.04.1993
Hædd: 1,69
Felag: Kyndil
Landsdystir og mál: 37 (37)
31 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark.
Vinstri vongur
Fødd: 22.01.2003
Hædd: 1,67
Felag: VÍF
Landsdystir og mál: 14 (24)
Spælarin úr Olsen-hondbóltsfamiljuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, tá VÍF ikki hevði lið við kvinnum í bestu deildini. Eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF.
Bakkur
Fødd: 29.03.2000
Hædd: 1,67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 31 (74)
Súni Krossteig Hansen er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, men hevur drigist við fótliðsskaða undan endaspælinum, sum kann avmarka hennara spælitíð.
Bakkur og vinstri vongur
Fødd: 27.12.1994
Hædd: 1,63
Felag: Kyndil
Landsdystir og mál: 40 (123)
Ein av størstu profilunum í føroyskum hondbólti síðstu nógvu árini. Gjørdi eitt legg í Haukar í Íslandi í 2018, men hevur annars bert spælt í kyndlagrønum, har hon eigur stóran lut í nógvum meistara- og steypagullum. Er upprunaliga vongur, men hevur spælt bakkur í nøkur ár, og verður kanska at síggja á føroyska bakplássinum í løtum undir EM.
Strika
Fødd: 29.02.1996
Hædd: 1,71
Felag: Neistin
Landsdystir og mál: 19 (8)
Brynja Høj hevur umboðað Neistan alt sítt hondbóltslív, og er sæst sum oftast í hørðum nærdystum í miðverjuni, har hon telist millum lyklaspælararnar hjá Føroyum. Telist millum leiðaratýpurnar í føroyska hópinum.
Strika
Fødd: 29.06.1997
Hædd: 1,85
Felag: København Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 42 (59)
Stóri strikuspælarin hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum 42 ferðir. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og nú København Håndbold í bestu donsku deildini. Er liðskipari.
Bakkur
Fødd: 02.11.2004
Hædd: 1,69
Felag: Randers HK (DEN)
Landsdystir og mál: 8 (6)
Einasti lámi bakkurin í føroyska hópinum, og gevur tí øðrvísi møguleikar á høgra bakki. Er uppvaksin í Neistanum, men skifti Randers HK í donskum hondbólti fyri kortum. Telist millum tær minni royndu á landsliðnum.
Høgri vongur
Fødd: 27.12.2001
Hædd: 1,73
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (45)
Vestmenningurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni tvey ár í Ajax København, eitt í TMS Ringsted og nú spælir vongurin saman við m.a. Anniku Fríðheim Petersen í EH Aalborg.
Bakkur
Fødd: 11.04.2002
Hædd: 1,77
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 10 (7)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Fór niður at spæla, men varð óheppin og sleit krossbandið. Er komin í gongd aftur í Ajax København, og kom inn aftur í hópin í síðstu løtu.
Vinstri vongur
Fødd: 30.10.2005
Hædd: 1,66
Felag: H71
Landsdystir og mál: 6 (19)
19 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Fødd: 28.06.2004
Hædd: 1,79
Felag: H71
Landsdystir og mál: 5 (0)
Telist millum feskastu landsliðsspælararnar í EM-hópinum. Spælir bakkur, og í landsliðshøpi er hon helst best kend fyri síni tryggu brotskøst.
Bakkur
Fødd: 19.08.2004
Hædd: 1,76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 13 (36)
Eisini ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Hevur stýrt neistaálopinum í nøkur ár, áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark.
Bakkur
Fødd: 24.11.2003
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 20 (89)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon er í gongd við sítt annað kappingarár.
Málverji
Fødd: 12.06.2002
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 20
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing.

Fleiri greinar

Hondbóltur
Føroyska liðið er sett
Elsa Egholm er nóg birg at byrja inni, meðan Bjørk Franksdóttir Joensen og Lív Bentsdóttir Zachariasen ikki eru á dómaraseðlinum í dag, skrivar portal.fo
Hondbóltur
Vilja brúka heimafyrimunin ímóti Føroyum
Trýst er á sveisisku hondbóltskvinnunum, sum spæla frammanfyri fleiri túsund heimaáskoðarum ímóti Føroyum, men tær ætla at brúka tað til sín fyrimun
Hondbóltur
Jana gongur undan
Manshondbóltur fylti nógv í uppvøkstrinum, men tá Jana Mittún sá, at beiggin og systkinabørnini fóru út í heim at spæla, valdi hon at royna somu leið, og tað angrar hon ikki
Hondbóltur
Spurnartekin verða sett við danska liðið
Danska landsliðið manglar onkrar av royndu spælarunum, og tí verður spurnartekin sett við styrkina á liðnum, sum tó aftur hesa ferð telist millum heiðursmerkjafavorittarnar
Hondbóltur
Seinast ímóti Sveis: Taptu við átta í Minsk
Tá Føroyar spældu HM-undankapping í Hvítarusslandi í mars í 2021, møttu tær Sveis. Úrslitið var greitt tap: 26-18 til dagsins mótstøðulið
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
Hondbóltur
Feskar og spentar á EM-pallinum
Hondbóltskvinnurnar hava avgreitt allar smálutir, og á middegi høvdu tær seinastu venjingina undan fyrsta bríksli í morgin. - Hetta er stórt at uppliva, siga spælararnir
Hondbóltur
Síðsta fyrireiking áðrenn EM-bríkslið
Í morgin fáa føroysku hondbóltskvinnurnar sín elddóp á stóra hondbóltsvøllinum, tá ið tær skulu spæla sín fyrsta EM-dyst
Hondbóltur
Venjarin hjá Sveis: Væntar javnan dyst
- Tað verður tætt og javnt. Tað sigur norski venjarin hjá Sveis, Knut Ove Joa, undan dystinum millum Føroyar og vertstjóðina í Basel í morgin
Hondbóltur
Turið: - Framgongdin hevur verið øgilig
Turið Arge Samuelsen telist millum størstu hondbóltspersónligheitirnar í Føroyum og hevur upplivað stóru menningina síðsta áratíggju. - Munurin er ótrúliga stórur, sigur hon
Hondbóltur
EM byrjar í dag
Seks teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum í hondbólti eru á skránni í dag. Tveir dystir vera í St. Jakobshalle, har Føroyar bresta saman við Sveis í morgin
Hondbóltur
Jana Mittún: Vit hava bíðað leingi eftir hesum
Føroyingarnir gleða seg til EM-endaspælið ein dag undan fyrsta dystinum ímóti Sveis: - Vit vita, at tað verður hart, men vit fara ongantíð at geva upp, sigur Jana Mittún
Hondbóltur
Málverjin: Krevjandi at vera síðsti skansin
Tú skal vera væl fyri kroppsliga og sterk mentalt fyri at trívast sum hondbóltsmálverji. Tú ert síðsti skansi og hevur ábyrgdina, sigur Annika Fríðheim Petersen
Hondbóltur
KvF við hondbóltskvinnunum á EM-vøllin
Kringvarpið vísir EM-dystirnar hjá Føroyum og hevur fólk í Basel, sum fylgir landsliðnum og føroyingunum annars undir endaspælinum
Hondbóltur
EM-mótstøðuliðini: Vertirnir, Balkan-tjóðin og sterku danirnir
Besti kjansurin at fáa stig er helst í fyrsta dystinum ímóti Sveis, meðan broytingar merkja danska liðið, sum framvegis er krútsterkt. Verri er at spáa um kroatarnar
Hondbóltur
Liðskiparin: "Tilknýtið er vorðið sterkari"
Pernille Brandenborg hevur føroyska mammu, men er uppvaksin í Danmark. Tilknýtið til Føroyar hevur altíð verið sterkt og er styrknað, síðan hon kom á landsliðið, sigur strikan
Hondbóltur
St. Jakobshalle karmur um føroysku EM-dystirnar
Tað verður í St. Jakobshalle í Basel, at føroysku kvinnurnar skulu spæla EM-hondbólt fyri fyrstu ferð
Ítróttur
EM-venjingardystur: Sviar omaná á Skála
Føroysku EM-hondbóltskvinnurnar taptu eisini seinna venjingardystin ímóti deildarlandsliðnum hjá Svøríki. Avrikið var ójavnt, og tað gekk skjótt upp og niður í 28-26 ósigrinum
Hondbóltur
Til Sveis við góðum treysti
Í føroysku leguni høvdu tey vilja havt minst ein sigur at flúgva til Sveis upp á, men nógv gott var at síggja í dystunum ímóti Svøríki, og tað skal við í EM-kuffertið
Hondbóltur
EM-kvinnurnar seta ferð á
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum er farið undir síðstu fyrireikingarnar til EM, sum nú nærkast av álvara. Venjingar og dystir eru á skránni alla vikuna
Hondbóltur
EM-kvinnurnar tiknar út
Claus Mogensen hevur tikið 18 spælarar út til EM-endaspælið, sum byrjar síðst í november
Hondbóltur
35 spælarar í føroyska EM-bruttohópinum
Bruttohóparnir til EM-endaspælið í hondbólti eru tiknir út, og 35 spælarar eru á føroyska listanum. Fýra teirra hava ongan landsdyst spælt enn
Hondbóltur
EM-kvinnurnar: Stig í Sveis
Seinastu vikuna hevur kvinnulandsliðið verið savnað til venjingar í Føroyum. EM-endaspælið nærkast og vónirnir til eru góðar. Føroysku kvinnurnar vilja hava stig í Sveis
Hondbóltur
EM-kvinnurnar: Fyrireikingarnar halda fram
Fýra nýggir spælarar eru við í hópinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum savnast næsta mánadag til EM-venjingar í Føroyum
Hondbóltur
EM-kvinnurnar: Góð úrslit í Slovakia
Bestu hondbóltskvinnurnarspældu tveir góðar venjingardystir ímóti Slovakia. Eitt tepurt tap og ein sannførandi sigur gjørdist úrtøkan, nú EM-endaspælið av álvara nærkast
Hondbóltur
Mistu á stokkinum
Kvinnulandsliðið í hondbólti var á odda allan dystin, men lorkaði sigurin burtur við mistum møguleikanum ímóti endanum. Avrikið boðar tó frá enn einum góðum dysti í morgin.
Hondbóltur
EM-fyrireikingarnar byrjaðar
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Venjingar eru á skránni í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Slovakia til dystir
Hondbóltur
Rumbul í Ríkisfelagsskapinum til EM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti endaði í bólki D til sítt fyrsta EM-endaspæl, og skal møta Danmark, Sveis og Kroatia í býnum Basel í Sveis
Hondbóltur
Ungir og evnaríkir spælarar eru á veg
Hjalt Mohr Jacobsen, ungdómslandsliðsvenjari, heldur, at tað er eitt sindur óvæntað, at landsliðið í kvinnuhondbólti longu hevur spælt seg til eitt endaspæl
Hondbóltur
Føroyar eru í niðasta styrkisbólki
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru í niðasta styrkisbólkinum, tá EM-lutakastið verður í Wien 18. apríl
Hondbóltur
EM er ein stór avbjóðing
Tað fer at hava stóra ávirkan á dagliga arbeiðið í Hondbóltssambandinum árið út, at kvinnulandsliðið síðst í novembur skal til EM-endaspælið.
Hondbóltur
Ísland - Føroyar
Hondbóltur
Ungir spælarar undir stórum trýsti
- Talan var um ungar spælarar undir stórum trýsti, segði landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum ikki var nøgdur við avrikið ímóti Íslandi, men fegnaðist um EM-plássið
Hondbóltur
Turið Arge Samuelsen: - Eg eri bara takksom fyri at vera her
Hetta var ein ordilig russjibreyt, segði Turið Arge Samuelsen, sum stórfegnaðist um EM-plássið, sum kom í rætt, hóast Føroyar taptu fyri Íslandi í Hafnarfirði
Hondbóltur
- Eg eri ræðuliga rørd beint nú
Bjarta Osberg Johansen var rørd til tár, tá tað varð greitt, at hon og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum skulu spæla EM-endaspæl í vetur
Hondbóltur
Jana Mittún: Nú er lagið øgiliga gott
Bestu føroyski spælarin ímóti Íslandi, Jana Mittún, ásannaði, at tær høvdu spælt ein "elendigan" dyst, men lagið batnaði munandi, tá EM-plássið kortini varð tryggjað
Hondbóltur
Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til EM-endaspælið
Føroyar spældu ikki gott í Hafnarfirði og taptu við fýra, men tað var nóg mikið til at tryggjað sær síðsta EM-plássið og skriva nýggja føroyska hondbóltssøgu
Hondbóltur
Claus trýr upp á gott úrslit
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru nærri einum EM-endaspæli enn nakrantíð, tá ið tær seinnapartin skulu spæla á útivølli ímóti Íslandi á Hafnarfirði.
Hondbóltur
Landsliðsvenjarin: Álopsspælið riggaði, sum tað skuldi
Claus Mogensen var sum vera man væl nøgdur við avrikið hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum í tepra tapinum fyri Svøríki. Hann rósti serliga álopsspælinum
Hondbóltur
- Vit hava flutt okkum nógv
Góða úrslitið ímóti Svøríki kom ikki óvart á Janu Mittún, sum staðfesti, at bestu føroysku hondbóltskvinnurnar hava flutt seg nógv ígjøgnum hesa undankappingina
Hondbóltur
- Vit eru ernar í kvøld
Nógv riggaði væl í dystinum ímóti Svøríki, helt verjuskansin Brynja Høj, sum hevur góðar vónir til avgerandi dystin á útivølli ímóti Íslandi sunnudagin
Hondbóltur
Føroyar stóðu stinnar ímóti svenskum risum
Bestu føroysku hondbóltskvinnurnar stóðu lítið aftanfyri Svøríki í EM-undankappingardystinum mikukvøldið, og tepra tapið gevur sjálvsálit til avgerandi dystin í Íslandi
Hondbóltur
Føroyar - Svøríki
Hondbóltur
Vilja hava stig móti Svøríki
Landsliðið í kvinnuhondbólti spælir EM-undankappingardyst í kvøld
Hondbóltur
Landsliðsvenjarin: Tað verður torført at fáa stig
Men nógv annað er at spæla um, tá bestu føroysku hondbóltskvinnurnar taka ímóti Svøríki í EM-undankappingardysti á Hálsi mikukvøldið
Hondbóltur
Hondbóltur: Turið aftur á landsliðnum
Hon var ikki við, tá hondbóltslandsliðið vann tvær ferðir á Luksemburg. Orsøkin var ikki heilt greið, men nú er Turið Arge Samuelsen aftur í hvítum og hon gleðir seg til dyst
Hondbóltur
Føroyar: Stórsigur á Luksemborg
Hondbóltslandsliðið við kvinnum gjørdi aftur bart í gjár, og fyri aðru ferð í eina viku vunnu tær stórsigur við 18 málum á Luksemborg. Triðja plássið er nú nærum tryggjað
Hondbóltur
Væl nøgd við avrikið
Leikarar og venjari vóru sum heild væl nøgd við avrikið ímóti Luksemborg, og nú verður hugt fram ímóti avgerandi dystunum ímóti Svøríki og Íslandi í apríl
Hondbóltur
Vunnu seinna dystin við 18 málum
Føroyar eru við hesum framvegis við í kappingini um plássini í EM-endaspælinum, skrivar Hondbóltssambandið
Hondbóltur
Føroyar - Luksemburg
Hondbóltur
Føroyar smurdu Luksemburg av
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin
Hondbóltur
Luksemburg - Føroyar
Hondbóltur
Góðar vónir til avgerandi dystir
Hóast nógvir nýggir leikarar eru við í hópinum, eru vónirnar góðar, sigur Brynja Høj undan týðandi EM-undankappingardystunum ímóti Luksemburg í næstum
Hondbóltur
Hondbóltskvinnurnar tiknar út
Stór útskifting er á vongplássunum á hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal spæla undankappingardystir ímóti Luksemborg í næstum
Hondbóltur
VIDEO: Misnýttir kjansir kostaðu dýrt
Føroysku kvinnurnar vóru á odda í steðginum, men misnýttu alt ov illa í seinna hálvleiki, og tað kostaði ímóti Íslandi í EM-undandystinum á Hálsi í Havn
Hondbóltur
Fekk ikki orðini upp
Hetta er ræðuliga irriterandi, segði Jana Mittún, sum var týðiliga vónbrotin eftir tapið fyri Íslandi í EM-undandystinum á heimavølli
Hondbóltur
- Vit brenna ekstremt illa
Niðurstøðan hjá Brynju Høj og hinum føroyingunum var greið eftir ósigurin fyri Íslandi í høllini á Hálsi. - Vit brenna heilt ekstremt nógvar kjansir
Hondbóltur
Stórt vónbrot fyri føroysku kvinnurnar
Bestu føroysku landsliðskvinnurnar vóru týðiliga vónbrotnar eftir heimatapið fyri Íslandi í dag. Føroyar vóru á odda í steðginum, men misnýttu alt ov illa í seinna hálvleiki
Hondbóltur
Føroyar - Ísland
Hondbóltur
Svøríki - Føroyar
Hondbóltur
Føroyar fingu bæði Svøríki og Ísland
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla ímóti bæði Svøríki og Íslandi í EM-undankappingini, sum byrjar í heyst