Bert danska flaggið í Arktiska Ráðnum

Bert danska flaggið í Arktiska Ráðnum
Kanadiski formansskapurin hevur broytt flaggreglurnar fyri ráðið, so bert sjálvstøðug ríki kunnu flagga, tá ráðið er saman
 
26.09.2013 - 08:11

Í framtíðini verður tað bert danska flaggið, sum kemur at flagga tá Arktiska ráðið er saman, og tað kemur einans at standa Danmark - og ikki Grønland ella Føroyar - á navnaskeltum og øðrum tá Arktiska Ráðið heldur sínar fundir.

Tað skrivar grønlendska blaðið AG, sum vísir á, at boykottið hjá Alequ Hammond herfyri fyri at vísa Grønlandi størri virðing, nú er endað við, at grønlendsku og føroysku fløggini als ikki verða umboðað á fundunum í Arktiska Ráðnum.

Tað er ein avgerð, sum kanadiski formansskapurin í Arktiska Ráðnum hevur tikið. Grønlendingar vóru í longri tíð ónøgdir við svenska formansskapin, og tóku seg at enda úr í Arktiska Ráðnum, tí sviar vildu ikki lata Grønland vera umboðað við fundarborðið á jøvnum føti hini londini í ráðnum.

Tað var annars vanligt, at Danmark var umboðað av øllum trimum pørtunum í ríkisfelagsskapinum. Kanada hevur formansskapin í arktiska ráðnum tey komandi tvey árini og hevur fingið Grønland at koma til fundirnar aftur, men hevur samstundis ásett nýggjar flaggreglur soleiðis, at tað bert eru sjálvstøðug ríki, sum kunnu flagga og ikki sjálvstøðugir ríkispartar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221