- Tíðindi, mentan og ítróttur
Námsfrøðingar gjalda fyri lærarar

- Tað er grovur mismunur, tá námsfrøðingar sjálvir mugu rinda fyri somu ískoytisútbúgving, sum lærarar kunnu fáa ókeypis.

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.

- Ískoytisútbúgvingin, sum varð sett á stovn fyri námsfrøðingar og lærarar, hevur sjónligari enn nakrantíð víst, hvussu órættvíst og tilvildarligt útbúgvingarøkið verður rikið.

12 námsfrøðingar gjalda

Støðan í dag er tann, at 12 námsfrøðingar í løtuni gjalda fyri ískoytisútbúgvingina, so at 15 lærarar kunnu fáa hana ókeypis. Hetta er mismunur av grovasta slag, sigur Maud Wang Hansen, sum nú hevur mist álitið á skipanina.

- Í løtuni er ongin í Mentamálaráðnum, sum varðar av dagstovnaøkinum, og landsstýrismaðurin letur sum onki, sigur Maud Wang Hansen.

Hon leggur aftrat, at Mentamálaráðið, við Bjørn Kalsø á odda, hevur veruliga víst í verki, at tey ikki megna at hava yvirskipaðu ábyrgdina av dagstovnaøkinum.