- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbyggja skúlarnar á Kambsdali

Miðnámsskúlarnir á Kambsdali skulu nú um- og útbyggjast fyri góðar 22 miljónir krónur. Uppskot um verklagslóg er lagt fyri tingið.

Skúlarnir hava eitt dagligt samstarv, og nú er ætlanin at byggja út, soleiðis at umsitingin og felags hentleikar vera undir einum taki. Ætlanin er ikki at byggja ein nýggjan bygning, men at innrætta og víðka teir bygningar, sum longu eru.

14 flokkar

Á Studentaskúlanum og og HF-skeiðnum eru í løtuni 14 flokkar, og umleið 300 næmingar møta hvønn morgun úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymoy.

Studentaskúlin, sum hevur 30 ár á baki, er bygdur saman við handilsskúlanum, ið hevur umleið 250 næmingar. Skúlin byrjaði í nýggjum hølum í 1990, men í dag eru hølisumstøðurnar ikki nøktandi, og tí leigar skúlin flokshøli í ítróttarhøllini á Kambsdali.

22,5 mió. kr.

At savna umsitingina og felags hentleikarnar undir einum taki verður mett at kosta 22,5 miljónir krónur. Á miðnámsskúlanum á Kambsdali eru tilsamans 550 næmingar og umleið 70 starvsfólk.