- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin varandi loysn at húsast í fleiri skúlum

Tað er eingin varandi loysn, at skúlin húsast í fleiri bygningum, soleiðis sum støða er í løtuni. Tað sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla, við skúlablaðið.

Í løtuni húsast kommunuskúlin í miðbýnum í Havn og í gamla skúlanum á Argjum. Hanus Joensen viðgongur, at tað er slítandi hjá teimum, sum varða av skúlanum, at skúlin er so spjaddur. Men hann leggur dent á, at tað námsfrøðiliga hevur størri týdning fyri skúlan enn matrikkulin.

Hvessa á øðrum økjum

- Vit hava ikki teir flottu byggningarnar at bjóða næmingunum, so vit mugu hvessa okkum á øðrum økjum, sigur Hanus Joensen.

Tórshavnar býráð arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at niðurleggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan og leggja skúlarnar saman í ein skúla. Í tí sambandi arbeiðir Tórshavnar býráð við eini ætlan um at byggja ein nýggjan skúla - Vesturskúlan - sum skal hýsa nýggja samanlagda skúlanum.