- Tíðindi, mentan og ítróttur
746 næmingar hava fyrsta skúladag

Í dag er fyrsti skúladagur hjá 746 børnum. Tað eru 11 fleiri enn í fjør, skrivar Skúlablaðið.

Í Tórshavnar kommunu fara 295 børn í skúla fyrstu ferð í dag. Hetta eru 25 fleiri enn í fjør. Harafturat fara 14 børn í fyrsta flokk í teimum báðum frískúlunum í kommununi, tvey fara í Frískúlan við Hoyvíkstjørn og 12 í Frískúlan í Havn.

Níggju børn byrja í frískúlanum Kelduni í Skálafirði.

Í 17 fyrstu flokkum er næmingatalið minni enn tíggju næmingar, í trimum flokkum eru tveir næmingar, og í tveimum fyrstu flokkum er bara ein næmingur, skrivar Skúlablaðið. Og 79 næmingar byrja í teimum trimum forskúlunum í dag.