- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski uttanríkisráðharrin til Føroya

Bæði fólkatingið og ríkisstjórnin senda fólk til Føroya í næstum.

Síðst í august kemur Føroyanevndin hjá fólkatinginum á kunningarferð til Føroya. Føroyanevndin er í Føroyum annað hvørt ár.

Og árliga vitjanin hjá danska uttanríkisráðharranum verður í september. Fyribils eru dagarnir 12. og 13.september settir av til vitjanina, men teir eru ikki endaliga staðfestir enn.

Hetta verður fyrstu ferð, at Villy Søvndal í Sosialistiska fólkaflokkinum kemur til Føroya sum uttanríkisráðharri.