- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan talgildir ferðaseðlarnar

Strandferðslan fer nú at talgilda ferðaseðlaskipanina, og samstundis verður bygnaðurin í skipanini broyttur soleiðis, at nú verður koyrt í zonum.

Við nýggju skipanini ber framvegis til at hava kontantavgreiðslu og at nýta kort, eitt nú mánaðåarkort ella skúlakort, sum eru persónlig.

Strandferðslan hevur í løtuni 10-túrakort, sum eru avmarkað til eina ávísa leið. Nú verður skipanin tann, at brúkarin t.d. kann fylla 500 krónur á eitt kort og fáa avsláttur hvørja ferð, ferðast verður. Kortið er ikki longur persónligt, og tí kann familja nýta sama kort. Haraftrat ber til at ferðast á øllum leiðum.

Koyra í zonum

Leiðirnar verða óbroyttar, og prísirnir verða teir somu. Tó verður bygnaðurin broyttur soleiðis, at nýggja skipanin verður ein zonuskipan. Tað merkir, at ferðast verður í zonum og millum zonur.

Í fyrstu atløgu verður skipanin sett í verk sum eina roynd fyri Bygdaleiðir í Suðuroynni, men sum frálíður um alt landið. Tá skipanin hevur verið roynt eina tíð, verður hon sett í verk fyri allar oyggjaleiðir umborð á strandfaraskipunum.