- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir til at savna andstøðuna

Felags lyftir og eitt betri samstarv millum flokkarnar í andstøðuni.

Tað er greiða málið hjá Kristian Thulesen Dahl, sum verður nýggjur formaður í Danska Fólkaflokkinum eftir Piu Kjærsgaard, ið nú leggur frá sær forkvinna í flokkinum.

- Skal andstøðan vinna næsta val, er neyðugt, at flokkarnir standa saman, sigur Kristian Thulesen Dahl við Jyllands-Posten.

Hann hevur tí heitt á andstøðuleiðaran, Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra, um at taka stig til at savna andstøðuna.

Fleiri í andstøðuni taka undir við Kristian Thulesen Dahl. Politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, Ellen Trane Nørby, vísir ikki hugskotinum aftur, men hon sigur, at tað er leingi til næsta val.

Fólkatingsval skal vera aftur í Danmark í seinasta lagi í 2015.