- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partaeigarar í Amagerbankanum umhugsa at stevna

Partaeigararnir í kollsiglda Amagerbankanum kanna nú, um grundarlag er fyri at stevna myndugleikunum í kjalarvørrinum av húsaganginum í bankanum, skrivar Jyllands-Posturin.

Felagið hjá partaeigarunum, Dansk Aktionærforening, hevur tikið stig til kanningina.

Niels Mengel, formaður í partaeigarafelagnum, sigur, at tað er ein spurningur, um Amagerbankin yvirhøvur skuldi latið aftur.

Samstundis hevur kamaradvokaturin endurskoðað metingina, hvussu nógv kreditorarnir eiga at fáa aftur.

Kreditorarnir fáa meiri

Tá Aamagerbankin læt aftur, kundu kreditorarnir vænta at fáa umleið 60 prosent av tí, teir áttu til góðar, afttur. Fimm mánaðir eftir húsagangin varð talið hækkað upp í 85 prosent, og nú er líkt til, at kreditorarnir kunnu vænta sær enn meiri.

Niels Mengel sigur, at hetta bendir á, at aðrir møguleikar vóru enn at lata bankan fara, eitt nú at endurreisa hann.

Men hesum vísir stjórin í Fíggjarligum Støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, aftur.

Hann sigur, at treytin fyri at endurreisa bankan var, at onkur setti pening í. Og tað var eingin áhugi fyri at seta pening í Amagerbankan, tá freistin var úti, sigur Henrik Bjerre-Nielsen við Jyllands-Postin.

BankNordik keypti tann sunna partin av Amagerbankanum, sum nú verður rikin undir navninum BankNordik.