- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvørur í Danmark dýrkaðar nógv seinasta árið

Ein innkeypskurv við teimum bíligastu gerandismatvørunum, sum í fjør kostaði 374,10 krónur, kostar í ár 416,51 krónur. Í kanningini hevur Politiken samanborið prísirnar á 36 ymiskum vørum. Hesar vørur fevna um 35 prosent av søluni av gerandismatvørum í Danmark.

Hjá øllum teimum stóru matvøruhandlunum í Danmark er prísirnir á hesum vørum hækkaðir við meir enn 2,1 prosentunum, sum brúkaraprísirnir eru hækkaði hetta sama tíðarskeið. Hjá matvøruhandlunum eru prísirnir hækkaðir trý til ellivu prosent.

- Danmark er frammanundan eitt land við sera høgum prísum. Tá prísirnir hækka so ógvusliga og nógv meira enn inflatiónin, so ger tað brúkarin verður fátækari, sigur Martin Salamon, ráðgevi hjá danska brúkararáðnum, við Politiken.

- Tað er tískil neyðugt at kanna, hvat liggur undir hesum príshækkingum, heldur hann. Martin Salamon vísir á, at tá danska kappingarráðið herfyri kannaði sera høgu prísirnar á breyði, kom kappingarráðið fram á ólógligt virksemi í einum av framleiðsluliðnum. Tað hevði við sær, at prísurin lækkaði aftur.