- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera fleiri ábøtur á hvalbiartunnilin

Meginparturin av teimum trimum milliónum krónunum, sum eru settar av á fíggjarlógini til hvalbiartunnilin í ár, verður nýttur til at nútímansgera tunnilin.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, við Sosialin.

Hann sigur, at tað er lítið høpi í at projektera ein nýggjan tunnil nú, tí hann verður ikki gjørdur enn kortini.

- Tískil havi eg gjørt av, at peningurin í staðin skal nýtast til at bøta um umstøðurnar í tunlinum, sigur Kári P. Højgaard. Avgerðin er tikin í samráð við Landsverk og borgarstjóran í Hvalba.

Jarðfrøðiligar kanningar

Ein partur av játtanini verður nýttur til jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við nýggja tunnilin. Men meginparturin fer til at gera størri víkipláss í tunlinum og at tetta hann betur. Harumframt skulu rýmingarljós, telefonir og eldsløkkjarar setast upp. Eisini verður útgerð sett upp, so bæði útvarp og fartelefon hoyrast í tunlinum.

Kári P. Højgaard sigur við Sosialin, at farið verður undir arbeiðið í næstum, og tað skal verða liðugt í hesum árinum. Ætlanin um nýggjan tunnil er ikki slept, tí hann er langtíðarløguætlanini.

- Tað, sum nú verður gjørt, er bara ein roynd at bøta um umstøðurnar, til nýggi tunnilin er komin, sigur Kári P. Højgaard.