- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið keypir flogferðaseðlar fyri 26 mió.kr

Er talan um oyðsl frá almennari síðu, ella er tað Atlantsflog, sum mergsíður sín størsta kunda, ja, tað lata vit upp til lesaran at gera av.

Men sambært upplýsingum, sum eru komnir fram í løgtinginum, keypti landið okkurt um 5.500 ferðaseðlar frá Atlantic Airways í fjør, og landið rindaði tilsamans 26,2 milliónir krónur. Av teimum 5.500 flogferðaseðlunum vóru 3.300 til sjúklingar og teirra avvarðandi.

Løgmaður hevur svarað einum spurningi frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, um flogferðir hjá tí almenna. Í svarinum stendur, at landið keypti ferðaseðlar frá Atlantic Airways fyri á leið 26,2 mió. kr. í fjør. Hetta gevur í miðal ein kostnað á 4.727 krónur fyri hvønn ferðaseðil.