- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vegurin í Leirvík kostar nú 52 mió. kr.

Vegurin í Leirvík er nú komin upp í 52 mió. kr.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur lagt tríggjar milliónir oman á tað, sum landsstýrið bað um at fáa afturat til vegin til Norðoyatunnilin. Innlendismálaráðið bað um at fáa játtanina hækkaða úr 45 upp í 49 milliónir, men nú málið er komið aftur úr Fíggjarnevndini, er talið vorðið 52 milliónir.

Ein samd Fíggjarnevnd sigur tað vera skeivt, at útreiðslur til projektering ikki eru við í uppskotinum, og hevur tí tikið tann kostnaðin við. Meðan Fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið, fekk hon at vita, at nakrar milliónir fóru úr landskassanum til ymsu vegarføringarnar í Leirvík til Norðoyatunnilin, vegir, sum kortini ikki blivu gjørdir.

1,4 milliónir fóru til uppskotið um at gera eina rennu frá havnarlagnum til neystini á Kráartanga.

Ætlanin um vegin oman fyri bygdina, sum heldur ikki kom, kostaði 900.000 kr. og harafturat eru brúktar 2,6 mió. kr. til verandi vegin gjøgnum bygdina, sum nú verður brúktur til nýggi vegurin er liðugur. 2,3 mió. kr. blivu sostatt brúktar til forkanningar og partvíst eisini til projektering til tvær loysnir, sum ikki vórðu brúktar kortini, lokarennan og vegurin oman fyri Leirvík.

Fyrstu pengarnir vórðu brúktir í 2004.